ÖDN vitjar Húsið

Mánakvøldið kl. 20.00 vitja tær 4 ungu kvinnurnar handan ÖDN Húsið. ÖDN er eitt merki, sum ger regnjakkar o.a. úr gomlum teltum frá m.a G! Festival og Summarfestivalinum.

Tær siga sjálvar soleiðis um Vit eru ÖDN. Vit eru ÖDN. Ein eind av fýra ungum kvinnum, ið hava sett sær fyri, at uppfylla eitt av teimum 17 heimsmálunum. Okkara dentur verður lagdur á mál nummar 12, “Sustainable consumption and production”. Okkara vørur, vera allar gjørdar úr endurnýtslu, og verða framleiddar undir burðadyggum umstøðum. Vørur okkara hava hvør sína persónligheit, og hvør sína søgu, og tí hevur hvørt vøruslag sítt egið heiti. GRIMDAR; ið er okkara høvuðsverkætlan, er ein vetrar-regnjakki, ið egnar seg væl til tað Føroyska veðrið. GRIMDAR er framleidd úr teltið, og er fórðaður við 100% nattúrligari Føroyskari ull. Fylg okkum á okkara leið, har vit menna okkum, saman við tykkum, men eisini við restini av heiminum.: 

Tær 4 eru: Borgarhjørt Hammer, Heidi Lindenskov Róadóttir, Nanna Djurhuus og Súsanna Tindskarð Jacobsen.

Kom ein túr framvið og hoyr tær 4 greiða frá. Kanska vit eru heppin og tær hava prototypuna av jakkunum við:)

Byrjar:
25.03.2019 - KL. 20:00

Komandi tiltøk

02 mai
2024
KVISS við Jeggi
Veitst tú eina rúgvu? Nú sleppur tú í øllum førum at royna teg. Jeggi hevur gjørt eina svaka kviss, og tað snýr seg sjálvandi um at vinna:) Kom oman ein túr og royn teg - kanska tú vinnur okkurt:)
09 mai
2024
Húsið stongt - Kr. Himmalsfaradagur
Húsið er stongt 
20 mai
2024
Húsið stongt - Hvítusunna